Holan á Viðareiði
Автор: John Petersen
Загружено: 2013-10-04
Просмотров: 6424
Holan á Viðareiði hevur upptikið meg í eina tíð. Líka síðan at eg hoyrdi, at buldrini og ristingarnar á Viðareiði møguliga komu frá einari holu, sum skuldi ganga allan vegin tvørtur ígjøgnum (innundir bygdina), havi eg havt hug at kanna holuna. Eg havi brúkt meir enn ein mánað uppá at kanna allar holurnar, ið eru har. Tað er ikki altíð nóg kyrt, til at ein sleppur inná botn. Nú eru allar Válsgjáirnar kannaðar, og gátan um at ristingarnar og buldrini skuldi koma frá holuni, loyst :)
Her er ein samandráttur frá øllum túrunum eg gjørdi inní holurnar á Viðareiði. Petur Martin Johannesen var eisini við mær fleiri ferðir.
Доступные форматы для скачивания:
Скачать видео mp4
-
Информация по загрузке: