Hamradun - Jallgríms Kvæði
Автор: John Åge Frost
Загружено: 2019-10-31
Просмотров: 60283
(lyrics in description below) First single off Hamradun's upcoming second album "Hetjuslóð". Out on digital and CD on the 30th of November 2019, courtesy of TUTL records. Also available on Spotify:
https://open.spotify.com/album/3Qnlci...
Record label link:
http://tutlrecords.com/products_show....
Personnel:
Pól Arni Holm: lead vocals. Uni Debess: guitar. John Áki Egholm: guitar. Heri Reynheim: bass. Finnur Hansen: keys. Rani H. Christiansen: drums.
Tummas Petur Askham, Martin Eidesgaard, Kristian Olsen: guest vocals.
Words: Traditional. Music: John Egholm/traditional. Arrangement: Hamradun.
1. Eina veit eg rímuna,
gjørd við nýtum orðum,
Jallgrímur og Havgrímur
ráddu fyri í forðum.
Chorus:
Latum dans dynja dreingir,
stásiliga stígur ringurin,
stendur hon væl frúva.
2. Jallgrímur og Havgrímur,
ráddu fyri búnum brandi,
hin var sær á Upplondum,
og hin á Bjarmalandi.
3. Løgdu sær so ráðini við,
sum fornir gjørdu í forðum,
tað skal ikki kongur stýra
her um Heroyar norður.
4. Har komu niður á Bjarmaland
fimmti riddarar reystir,
tá svaraði Havgrímur:
“Hvat er tad fyri gestir?”
5. Svaraði ein av sveinunum,
hann smíldist undir lín:
“Haraldur kongur av Noregi
hann sendi meg til tín.
6. Haraldur hevur oss higar sent,
ikki við so blíðum,
antin skalt tú landið skatta
ella ímóti stríða.”
7. Havgrímur so til orða tekur,
mælir av tungu inna:
“Her hevur eingin skattur gingið
alt tað, ið frægir minnast.
8. Eg eri alin á Bjarmalandi,
giti ei landið skatta,
ikki skal hann Haraldur kongur
fregna tað og frætta.”
9. Bóru burt hans borðbúnað,
gjørt var av silvuri reina,
takið nú tann høvdinga,
og berið út á teinar.
10. Løgdu hendur á Havgrím unga,
ætlaðu út at bera,
hann vá upp sín bitra brand,
ið væl kundi brynjur skera
Доступные форматы для скачивания:
Скачать видео mp4
-
Информация по загрузке: