Várið - Petur H. Jacobsen, Barbara E. Jacobsen & Beinta E. Jacobsen
Автор: FO Sangir
Загружено: 2022-07-27
Просмотров: 3388
Tú situr har, og hyggur út droymir um ein stað,
Har vakrir tankar føðast í góðum vinarlag.
Her er luftin myrk, og mótið tungt; dagur stuttur er.
Mær leingist eftir summarnátt, nú myrkrið liggur her.
Lotið nemur meg
Myrkrið nú leggur seg
Ì kæti fevni teg
Summarið er á veg
Ì løtum tá vit møttust, har í sólin ikki sá,
Ì gloymskuna vit løgdu myrkrið, har tað ringa lá.
Nú tungir tankar lætna, her lekjast míni sár.
Enn einaferð kann frøast, at aftur skjótt er vár.
Brátt várið vísir sína dygd, og himmal opnar seg.
Ein sólstrála eg hómi, sum nú skínur blítt á meg.
Nú er sól og summar hendan stilla, vakra dag.
Innan í eg merki nú mítt broytta sinnalag,
℗ Petur Háberg Jacobsen
Á Grækarismessu 2022
Lagt til rættis, frammleitt & ljóðblandað / Dávur
Доступные форматы для скачивания:
Скачать видео mp4
-
Информация по загрузке: