Kom nú fram, setið á!
Автор: Hans Olivur Joensen
Загружено: 2023-07-20
Просмотров: 6535
Sangur til bátarnar hjá Eiðis Róðrarfelag
Heitið: Kom nú fram, setið á!
Sangari: Marjun Wolles
Kór: Laila Carlsen & Jón Svein Heinesen
Orð og lag: Hans Olivur Joensen
Tekstur:
Nú verða bátarnir drignir úr neystum
Flotaðir báðir við ungdómum reystum
Hvalur og Kelling nú leggja frá landi
Suður um Brimnes, framvið Breiðasandi
Liturin hvítur og við svørtum stokkum
Kellingin, Hvalurin bátar hjá okkum
Prýddir við rípunum trimum á bógnum
So lættliga flóta teir báðir á sjónum
Svartur og hvítur, mót alduni brýtur
Rógvarar stinnir, vit vóna hann vinnur
Hvalur og Kelling, við fullari ferð
Til Eiðisbygd sigur og stoltleika ber
Kom nú fram, kom nú fram, kom nú fram!
Setið á, setið á, setið á!
(hetta versið er ikki við á upptøkuni)
Haldi nú kós millum drangar og sker
rógvarar knáir, mót' sigri tað ber
Lat okkum vísa hvør bátur er bestur
So øll tykkum minnast, hvør kappróðrargestur
Við tøkunum seigum tit rógvarar valda
Tá bátar við spurti mót' málinum halda
Gentur og dreingir, tit vísið gott treysti
Hvalurin, Kellingin verðið tann besti!
Svartur og hvítur, mót' alduni brýtur
Rógvarar stinnir, vit vóna hann vinnur
Hvalur og Kelling, við fullari ferð
Til Eiðisbygd sigur og stoltleika ber'
Kom nú fram, kom nú fram, kom nú fram!
Setið á, setið á, setið á!
Доступные форматы для скачивания:
Скачать видео mp4
-
Информация по загрузке: