EB/Streymur koyrið á!
Автор: Hans Olivur Joensen
Загружено: 2021-10-30
Просмотров: 8075
EB/Streymur
Fótbóltssangur frá 2006
Koyrið, koyrið á!
Orð og lag: Hans Olivur Joensen
Sett video saman: Jógvan Eli Dam
Tekstur:
Tá tú sum lítil piltur tók, trilvandi og óstútt fet
Droymdi ei um hægstu rók, um stórar sigrar og um met
Í skúlagarði asfalt, eyr, á vegi, bøi ella sandi
Um regnið oysti og eitt fleyr, altíð við bóltinum tú vandi
Stendur nú so sigursælur her
Nú leiðin hjá tær gongur út í verð
Tit hava ment eitt felagslið, har samanhald er lyklaorð
Einstaklingar visa veg, tit skjóta verjurnar í sor
Frá Eiðismøl til Kollafjørð, tit Sundalagið væl umboða
Øll onnur lið so eiðasør, tit sjálválit úr teimum toga
Vit savnast og frøast saman øll
Tað røkkur tó langt út um fótbóltsvøll
Koyrið, koyrið á!
Bóltin í málið fá
Vísið spæligleði, at standa saman gevur megi
Koyrið, koyrið á!
Við høvdi, fót og tá
Spæla sum ein dreymur: “Vit eru EB/Streymur”
Tað kann nú sigast fyri vist, tit hava tikið øll á bóli
Til tíðir er tað fótbóltslist, sum sjáldan sæð um hesa leið
Hvør skuldi trúð tí, tú hin gamli, at hesir bygdadreingir nú,
Standa ovastir á skamli, allir sum ein við skreyt og skrúð?
Rópa so alt tað tú kann,
Vit hava Føroya besta 12. mann:
Koyrið, koyrið á!
Bóltin í málið fá
Vísið spæligleði, at standa saman gevur megi
Koyrið, koyrið á!
Við høvdi, fót og tá
Spæla sum ein dreymur: “Vit eru EB/Streymur”
Koyrið, koyrið á!
Við høvdi, fót og tá
Spæla sum ein dreymur: “Vit eru EB/Streymur”
(Koyrið, koyrið á!) Kom so EB/Streymur!
(Koyrið, koyrið á!) Kom so EB/Streymur!
(Koyrið, koyrið á!) Kom so EB/Streymur!
(Koyrið, koyrið á!) Kom so EB/Streymur!
(Koyrið, koyrið á!) EB/STREYMUR KOYRIÐ Á!
Доступные форматы для скачивания:
Скачать видео mp4
-
Информация по загрузке: